Mentan

Video: Victor Dánjalsson fekk ársins rósu

Fyri sítt ótroyttiliga arbeiði við Starabúrinum fekk Victor Dánjalsson handað ársins rósu frá borgarstjóranum í Klaksvík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-22 22:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Brot úr liveupptøku hjá stream.fo)

Stór løta á Kjalarvegi í Klaksvík í kvøld. Sjálvur borgarstjórin, Karl Johansen, var troppaður upp, nú jólamenninir hava koyrt í býnum í alt kvøld. Saman við Starabúrðinum og Live.fo hevur Norðlýsið sent beinleiðis frá tiltakinum úr einum bili.

Í bilinum sat trúfasti verturin í Starabúrinum, Victor Dánjalsson, sum visti av ongum. Borgarstjórin stígur innar í bilin og byrjar at lesa grundgevingarnar fyri ársins rósu 2021.

- Hvørt leygarkvøld kvøld situr hesin persónur og onkur annar ótroyttiligur og senda góðan tónleik og taka ímítu ynskjum frá lurtarum. Hann setur seg ofta eisini í búrið aðrar tíðir, og bjóðar lurtarum at senda sangynskir inn sum hann síðani spælir. Hetta gera teir ókeypis og av huga, las Karl Johansen upp millum annað.

- Lurtararnir eru nógvir, og tað vísir seg eisini leygarkvøld, at fólk ymsastaðni í verðini sita og lurta. Fólk, sum fara í feriu suðureftir, sita eisini og lurta leygarkvøld og senda heilsur og sangynskir, segði Karl Johansen áðrenn hann kom til stóru løtuna.

- Tað er mær ein stór gleði at boða frá, at Victor Dánjalsson er ársins rósa 2021. Hjartaliga tillukku, Victor. Hetta hevur tú so hjartaliga uppborið og vónandi kann hetta vera ein stuðul at halda fram við hesum góða arbeiðinum, tú saman við konuni og øðrum ger fyri onnur, segði borgarstjórin.

Høvuðspersónurin var púra tikin á bóli og var málleysur.

- Eg havi eingi orð. Hjartaliga takk fyri. Eg eri púra paff. Eg havi altíð okkurt svar, men eg havi einki svar í kvøld. Uttan tykkum lurtarar var einki Starabúður, segði ein takksamur Victor Dánjalsson.

Starabúrið hoyrist her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder