Mentan

Video: Vøkur útgáva av Noel í Varpinum

Paula á Lakjuni syngur, og stórasystirin Evy spælir klaver. Pætur Gerðalíð spælir sello og hevur framleitt hesa útgávuna av jólasanginum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-11 09:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri sjey árum síðani var tað vakri sangurin "Mary did you know", sum varð framførdur og lagdur út stutt undan jólum. Tá var tað miðlingasysturin Victoria á Lakjuni, sum sang. 

Ta video'i kann síggjast HER

Í 2024 er tað aftur Evy á Lakjuni, sum spælir klaver og Pætur Garðalíð sello. Síðstnevndi hevur eisini framleitt og fekk hesaferð hjálp frá Helenu Johannesen við undirspælinum.

Til útgávuna av Noel er tað Paula á Lakjuni, ið syngur. Hon er tann yngsta av systrunum av Lakjuni og hevur sungið í fleiri samanhangum. 

Unga klaksvíkskvinnan hevur millum annað sungið við í Tað kundi verið eg, umframt tí nýggju ensku útgávuna: What if it were me. Tað eru eisini Paula á Lakjuni og Victoria á Lakjuni, sum saman syngja til nýggju útgávuna av einum av nýggjaru KÍ-sangunum, Sigurin til Klaksvíkar.

Hendan "føroyska útgávan" av jólasanginum, sum millum annað Chris Tomlin, Ed Cash, Matt Redman og Lauren Daigle eisini syngja, er tikin upp í Mentanarhúsinum Varpinum. 

Óli Poulsen hevur ljóðblandað og masterað. Eyðbjørn Jacobsen (Eybii Myndir) hevur staðið fyri videoupptøkum og myndum umframt "processing", og Kristinn Akursmørk var ljósmaður.

Oriðið "Noel" er eitt gamalt frankst orð, sum hevur hevur latínskar røtur ("nael" - "natalis") og merkir føðing ella at verða føddir. Tað hongur sterkt saman við jólunum. Á fronskum er Noël "jól".

Nú hava Paula á Lakjuni og hini roynt seg við sínari útgávu av "Noel" - hoyr og síggj ovast.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder