Mentan

Videolist í vetur

Í ár setur Norðurlandahúsið fokus á videolist á vetrarframsýningunum, ið hava stór norðurlendsk videolistafólk á skránni. Fyrsta framsýningin er við Elina Brotherus úr Finnlandi og verður sýnd 18.-30 oktober

Passing Music for a Tree 1, 2017, Règle du jeu

Passing Music for a Tree 1, 2017, Règle du jeu

2021-10-12 13:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gakk fleiri ferðir framvið einum træi, tó hvørja ferð á ein nýggjan hátt. Soleiðis eru leikreglurnar í einum av videoverkunum hjá Elina Brotherus. Frá 18. – 31. oktober sýnur Norðurlandahúsið verk eftir Elina Brotherus úr videorøðini Règle du jeu (leikreglur). Her ber til at síggja Elina Brotherus fylgja ymiskum leikreglum, ið onnur listafólk hava brúkt í teirra leikverkum. M.a. gongur hon framvið einum træi upp á ymiskar mátar, júst sum listafólkið Mieko Shiomi gjørdi í einari framførslu frá 1964.

Hendan arbeiðstilgongdin er eyðkend fyri Elina Brotherus (f. 1972), sum er altjóða viðurkend fyri sína mynd- og videolist, ið eisini er umboða á stórum listaskálum kring allan heimin. Hon dregur ofta listasøguna inn í síni verk og arbeiður ofta við sjálvsmyndum, har hon kannar samband millum kroppin og rúmið, og kroppin og umhvørvið. Sum í hesum samanhanginum verður tað ofta gjørt upp á ein skemtingarsaman hátt.

– Um ein ikki hevur innlit til videolistina, men ynskir at fáa meira, so er framsýningarrøðin í vetrarhálvuni 2021-22 eitt gott stað at byrja, sigur Inger Smærup Sørensen, ið hevur ábyrgd av framsýningum og er verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum.

– Ígjøgnum tíggju ymiskar framsýningar møtur tú nøkrum av teimum størstu videolistafólkunum úr Norðurlondum, sum hvør sær hava ymiskar tilgongdir til videomiðilin - skemtingarsamar, estetiskar, dramatiskar, samfelagskritiskar, poetiskar, absurdar og alt har ímillum.

Tað er ikki fyrstu ferð, at Norðurlandahúsið setur ein heilan vetur av til videolist. Veturin 2018-19 hevði húsið eina líknandi framsýningarrøð við listafólkum úr Norðurlondum.

Veturin 2021-22 verða verk sýnd fram av: Elina Brotherus (FI), J. Tobias Anderson (SE), Lillibeth Cuenca Rasmussen (DK), Egill Sæbjørnsson (IS), Jón Sonni Jensen (FO), Torbjørn Rødland (NO), Ann-Sofi Sidén (SE), Alda Mohr Eyðunardóttir (FO), Lauri Astala (FI) og Sabina Jacobsson (NO).

Allar sýningarnar eru ókeypis. Skráin sæst á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder