2018-12-19 23:07
Løgtingið fer nú at viðgerða uppskot um misálitisváttan móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.
Tað eru formenninir fyri andstøðuflokkarnir, sum hava lagt misálitið fram, og orsøkin er ruðulleikin um meirnýtsluna av Glasi, har 14 millionir eru brúktar í heimildarloysi.
Høvd eru longu rullaði í hesum málinum. Fyrr í dag boðaði Samferðslumálaráðið frá, at Ewald Kjølbro, var farin frá sum stjóri á Landsverki orsaka av byggigøluni Glasir.
Tað er óvist hvussu drúgt orðaskiftið kann fara at vera, men ein løta verður í øllum førum, áðrenn løgtingið fer at atkvøða um Rigmor Dam skal halda fram ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald