Innanlands

Viðgera nú kæruna um Hermann Mortensen

Almannaverki vil enn ikki svara nøkrum spurningum men sigur, at tey nú viðgera kæruskrivini frá Pedagogfelagnum og Hildur Hermansen

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-25 11:31 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í síðstu viku sendi Portalurin Almannaverkinum nakrar spurningar, eftir at vit í longri tíð høvdu roynt at fáa fatur í Edvard Heen í sambandi við starvsfólkamálið við Hildur Hermansen. Hermann Mortensen, depilsstjóri á Almannaverkinum er kærdur, eftir at hann í tveimum førum segði Hildur Hermansen úr starvi uttan ávaring, ætlanarskriv ella partshoyring. Seint í síðstu viku kom svar uppá spurningarnar. 

- Almannaverkið viðger í løtuni kærurnar frá bæði Hildur Hermansen og Føroya Pedagogfelag. Tann viðgerðin verður væntandi liðug seinast í hesi vikuni ella fyrst í næstu, skrivar Almannaverkið. 

Kærurnar sum sipað verður til eru tvær í tali. Tann fyrsta er send av Hildur Hermansen til landsstýriskvinnuna í Almannamálum og Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum, eftir at Hildur Hermansen skrivaði undir eina uppsagnaravtalu við landsstýriskvinnuna. 

[object Object]Hildur Hermansen var leiðari fyri Eind 10, sum umfatar barnaheimið. (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) 

Men Hildur leggur í kæruni eftir Almannaverkinum fyri mannagongdirnar í uppsagnartilgondini av henni. Hon skrivar millum annað, at hon í tveimum førum er blivin uppsøgd uttan grundgeving ella at hava fingið ávaring. 

- Eri uttan nakra sum helst ávaring, tað verið seg munnliga ella skrivliga blivin kallað inn á fund tvær ferðir innan fyri eitt ár hjá depilsstjóranum, Hermann Mortensen, við ongum varningi, har hann munnliga hevur sagt, at eg skal heim og úr mínum starvi, skrivar Hildur Hermansen millum annað í sínum skrivi. 

Pedagogfelagið krevur átalu, men Edvard Heen heldur alt vera rætt 
Pedagogfelagið tekur aftur í nógv av teimum somu viðurskiftinum sum verða lýst í skrivinum hjá Hildur Hermansen. Og Pedagogfelagið skrivar eisini at tey ikki kenna til, at nakað annað starvsfólkamál hevur verið viðgjørt á tílíkan hátt. 

- Hesin ólógligi atburður hjá einum øgt standandi embætismanni, eigur at geva leiðsluni fyri Almannaverkinum høvið til at geva honum eina álvarsama átalu, fyri ikki at yvirhalda galdandi reglur, skrivar pedagogfelagið millum annað í kæruni. 

Edvard Heen hevur higartil hildið fast um, at alt í málinum er fari rætt fram. Tá hann higartil hevur gjørt viðmerking til málið um Hildur Hermansen, hevur hann sagt, at alt er fari rætt fram, og at Hildur Hermansen aldrin var uppsøgt. Hann vísir til, at hon hevur gjørt eina avtalu við Almannaverkið. 

[object Object]
Edvard Heen er stjóri á Almannaverkinum. 

- Almannaverkið hevur fylgt mannagongdum og reglum, sum eru galdandi fyri slík starvsfólkamál, hevur hann skrivað og lagt afturat, at Hildur Hermansen gjørdi eina avtalu og at tá er ikki vanligt við partshoyring. 

Men deildarleiðarin á Eind 10 gjørdi onga avtalu fyrr enn eftir, at hon varð biðin um at fara heim. Hon gjørdi heldur onga avtalu, fyrr enn Edvard Heen hevði sent landsstýriskvinnuni í almannamálum skriv, har hann greiddi frá, at Hildur Hermansen verður biðin um at fara heim. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder