
Klokkan 16:57 varð tingfundurin niðurlagdur - tann fyrsti í tingsetuni har øll sluppu til orðanna.
Tað var nóg mikið at tosa um frá klokkan 10. Í útvið sjey tímar varð ymiskt úr ólavskurøðu løgmans tikið fram.
Sí eisini: Sættast ikki við remis - finn støðugt virknar leikir
Tað gekk ikki altíð friðarliga fyri seg. Sólvit Nolsøe úr Framsókn tók orðið "samgonguslit" á tungu, og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum fanst hvassliga at júst Framsókn.
Hetta var fyri at vilja samantvinna málini um hækkan av pensjónsaldrið og Suðuroyartunnli; nakað sum tvøramaðurin milt sagt ikki heldur er rætt.
At Ruth Vang og Framsókn ikki vilja hava Suðuroytartunnilin, uttan at pensjónsaldurin er hækkaður - at man ger okkurt fyri at loysa haldførisavbjóðingina - er ikki nakað nýtt. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur í vikuni staðfest hesa hugsanina.
Les meira her: Ábyrgdarleyst at fara undir Suðuroyartunnilin uttan at hyggja uppá haldførisavbjóðinga fyrst
Bjarni Hammer segði bart út, at hann heldur tað vera eina vanlukku, at "samgongan ikki er sloppin av við Framsókn -vónbrotin av at tað ikki varð gjørt áðrenn ólavsøku".
Sí eisini: Framsókn kann verða tveitt úr samgonguni
Bjarni Hammer skrivar undir semjuskjalið fyri Suðuroyartunnilin. Sólvit Nolsøe, ið er á veg úr Framsókn, sæst innast. Eru Miðflokkurin og Jenis av Rana á veg inn í samgonguna fyri Framsókn? Tað ganga søgur um (Mynd: Sverri Egholm)
Spurningurin er so, hvussu heitt tað verður í tingsalinum í dag, tá viðgerðin av ólavsøkufrágreingini hjá Aksel V. Johannesen, formanni Javnaðarfloksins, verður í dag.
Tingfundurin byrjar klokkan 9.30. Til ber at fylgja við á logting.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald