Nógv umrødda ferðamannaskipið, Viking Sky, kemur til Føroya í morgin.
Søgan ferðaðist um allan heimin, tá skipið kom í havsneyð við Romsdal í Noregi 23. mars í ár. Ringur stormur var, tá skipið brádliga fekk trupulleikar við motorinum og steðgaði upp.
Uml. 1300 fólk vóru umborð á skipinum, og neyðugt var at seta stórt bjargingarátak í verk. 479 fólk vóru flutt av skipinum við tyrlu av tí at tað ikki bar til at fáa bjargingarbátar til skipið orsakað av veðrinum. Bjargingarátakið tók langa tíð, og 900 fólk vóru eftir umborð, tá skipið varð sleipað í land dagin eftir.
Sambært in.fo leggur Viking Sky at í Kollafirði klokkan 8 í morgin árini, og tað loysir av kai aftur klokkan 18.
Hetta er tó ikki einastu ferð, Viking Sky vitjar í Føroyum í summar. Longu 6. juni kemur skipið aftur, og aftur 14. juni. Eisini vitjar ferðamannaskipið tvær ferðir í august.
Tað er felagið Viking Ocean Cruises, sum eigur skipið. Felagið hevur eisini tvey onnur skip, Viking Star og Viking Sea, sum eru líka sum Viking Sky.
Um Viking Sky
Tað hevur kostað uml. 2,64 mia. krónur at byggja.
Uttan ferðafólk og last vigar skipið beint undir 50.000 tons.
Skipið er 227 metrar langt og 28,8 metrar breitt, og hevur 14 dekk.
Sambært Viking Cruises hevur skipið pláss fyri 930 ferðafólkum.
Skipið hevur 465 sovirúm, tveir handlar, tvær matstovur, tveir biografar, eitt sjónleikarhøli og eitt spa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald