Síðsta vikuskiftið fingu suðringar enn eitt tilboð, tá tað ræður um at hugna sær um kvøldarnar.
Hov er gomul víkingabygd, og arvurin frá víkingunum verður hildin í hevd í lítlu bygdini við ymsum tiltøkum. Eitt nú eru ætlanir um at smíða eitt víkingaskip og síðsta vikuskiftið í mai verður ein Víkingafestivalur, har Týr, Hamradun, Asyllex og Swangah eru millum tónleikaligu tilboðini.
Nú er eisini ein víkingabarr latin upp. Farna vikuskiftið lag Hovgríms barr upp. Uppkallað eftir Hovgrími, sum hevði høvdingasæti í Hovi í síni tíð.
Umframt vanligar drykkivørur, ið eru at fáa í dagsins skeinkistøðum, bjóðar Hovgríms barr mjøð, skonktan í lambs- ella veðrahorni. Á matarskránni er plattur við føroyskum mati, tvøsti, turrum fiski og spiki.
Hovgríms barr heldur til í gamla fiskahúsinum við fiskastykkið úti við lendingina, sama bygningi sum Savnið á Mýri heldur til.
Just Johannesen, sum rekur barrina, sigur við Portalin, at tey hava leigað seg inn í húsið, tó ikki tann partin av miðhæddini, sum bygdasavnið heldur til. Í kjallaranum eru vesir og aðrir hentleikar, í miðjuni er sjálv barrin við servering og á loftinum er eitt størri uppihaldshøli, har møguleiki er at hava tónleikaframførslur.
Barri hevði opið fyrstu ferð síðsta leygarkvøld, og hóast veðrið var ógvuliga vánaligt, so høvdu nógv fólk leitað sær til Hovs at royna nýggja tilboðið, sigur Just Johannesen.
Fleiri myndir eru at síggja á Facebook-vanganum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald