2025-12-12 13:25
Stutt fyri middag varð boðað frá einum ferðsluóhappi við Effo-støðina í Kollafjarðardali, og sjúkrabilur og løgregla fóru á staðið.
Talan var um eitt sonevnt víkiskylduóhapp, har ein bilførari ikki helt treytaleysu víkiskylduna og koyrdi út fyri annan bil.
Av løgreglustøðini verður sagt, at bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald