Innanlands

Vikuskiftið bjóðar bæði sól og regn

Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-05-10 13:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá nokkso skiftandi veðri um vikuskiftið.

Seinnapartin í dag regnar, millum 0,2 og 0,9 mm, men frá 18 tíðina verður turt. Í ættini verður gul til frískan vind av landnyrðingi, millum 5 og 10 m/s. Hitin um 4 og 5 hitastig.

Í morgin er fyri tað mesta turt og sólin sær frá morgni til kvøld. Í ættini verður fleyr til gul, millum 0,8 og 4,9 m/s. Hitin um 4 og 5 hitastig.

Sunnudagin gerst heitari, upp í 7 hitastig. Nakað av regni um náttina, um 1,1 mm. Nakað av vindi verður eisini, gul til frískan vind, millum 5 og 10,5 m/s.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder