Amerikanska Umboðsmannatingið góðkendi í gjár eitt lógaruppskot, sum skal avmarka møguleikarnar hjá amerikanska forsetanum at fremja hernaðarligar atsóknir móti Iran.
Uppskotið varð góðkent við 224 atkvøðum fyri og 194 ímóti. Tríggir republikanar atkvøddu fyri, meðan átta demokratar atkvøddu ímóti, skrivar CNBC.
Lógaruppskotið er fyrst og fremst symbolskt, og hevur tað til endamáls at forða Donald Trump í at brúka hernaðarvald móti Iran. Um talan ikki er um at verja USA, skal forsetin sostatt framyvir spyrja Kongressina um loyvi til at fremja nýggjar atsóknir í Iran.
Men áðrenn uppskotið kann verða endaliga samtykt, skal tað víðari til Senatið. Um uppskotið hevur møguleika at verða samtykt har, er sambært Reuters, ógreitt.
Republikanar hava meirilutan í Senatinum, og teir atkvøða sjáldan ímóti forsetanum. Tó hava í minsta lagi tveir teirra – Rand Paul og Mike Lee – boðað frá, at teir stuðla uppskotinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald