Uttanlands

Vil hava rættin at geva honum atgongd til Twitter

Í januar varð hann útihýstur av Twitter, men nú roynir fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump at fáa atgongd til sosiala miðilin aftur

Donald Trump hevur ikki havt atgongd til Twitter síðan januar (Mynd: EPA)

Donald Trump hevur ikki havt atgongd til Twitter síðan januar (Mynd: EPA)

2021-10-04 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump roynir nú at fáa atgongd til sosiala miðilin Twitter aftur.

Í januar varð Trump útihýstur av Twitter. Hetta var fáar dagar eftir, at stuðulsfólk hansara høvdu trokað seg inn í Kongressina í Washington D.C. Orsøkin til, at Trump varð útihýstur var, at mann óttaðist, at hann fór at "eggja til meira harðskap".

Stutt áðrenn álopið á Kongressina hevði Trump hildið eina røðu, har hann endurtók uppáhaldið um, at sigurin á forsetavalinum varð stolin frá honum.

Nú roynir Trump at fáa rættin at geva honum atgongd til Twitter aftur. Í einari lógsókn, sum er latin einum samveldisdómsstóli í Miami í Florida, framgongur, at tað vóru limir í Kongressini, sum "noyddu" Twitter at útihýsa Trump.

Sakførarar hjá Trump leggja eisini Twitter undir at sensurera Trump, og vilja teir vera við, at tað er í stríð við grundlógina.

Trump var ein sera íðin Twitter-brúkari, og tá hann varð útihýstur av sosiala miðlinum, hevði hann nærum 89 mió. fylgjarar.

Facebook og videoplatformurin hjá Google, YouTube hevur eisini útihýst Trump av somu orsøk sum Twitter. Bannið hjá Facebook er galdandi til 7. januar 2023, meðan bannið hjá YouTube er permanent, skrivar Ritzau.

Í juli stevndi Trump eisini Facebook og Google. Hann legði teir undir at hava sensurerað hann og at hava roynt at halda konservativum sjónarmiðum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder