Innanlands

Vil heiðra burðadyggum klædnaloysnum

Nú er tíð at koma við uppskotum til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Øll kunnu innstilla

2023-02-07 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar hava tríggjar ferðir vunnið umhvørvisløn Norðurlandaráðsins. Í 2006 vann Bogi Hansen, í 2015 vann Sev og í 2020 Jens-Kjeld Jensen.

Í fjør var ongin føroyingur ella føroyskt átak í uppskoti. Hóast øll kundu stilla inn, so kom onki uppskot úr Føroyum. Við umhvørvisvirðislønini er tað soleiðis, at tað skal vera innan fyri eitt ávíst evni á hvørjum ári.

Í fjør var evni “Náttúrugrundaðar loysnir fyri markfeldni og veðurlagi”. Kanska finnast ikki slíkar loysnir í Føroyum.

Framleiðsla og nýtsla av pløggum

So er spurningurin um nakað spennandi uppskot kemur til virðislønirnar, sum skulu handast komandi vetur. Í 2023 er evnið fyri umhvørvisvirðislønini “burðardygg framleiðsla og nýtsla av pløggum (tekstilum)”

Almenningurin fær aftur í ár møguleika at koma við uppskotum. Við evninum í ár ynskir dómsnevndin at seta sjóneykuna á, at Norðurlond kunnu ganga á odda í neyðuga skiftinum í allari virðisketuni í klædnaídnaðinum.

- Mátin vit handfara pløgg er ein heimsumfevnandi trupulleiki, og vit í Norðurlondum hava skyldu at broyta hugburð og umstilla okkum. Vit brúka nógv, og tað hevur ávirkan langt út um landamørkini. Stutt sagt keypa vit ov nógv, brúka ov lítið tað vit keypa og so endurbrúka vit ikki nóg mikið.

Tað sigur Cilia Indahl, ið er talsfólk fyri dómsnevndina fyri umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Frá framleiðslu til burturbeining

Evnið í ár snýr seg um alla ævina hjá pløggunum, frá framleiðslu til sniðgeving, sølu, umvæling, endurnýtslu og burturbeining.

- Vit eru í eini støðu, har vit skulu minka um brúkið, leingja livitíðina og finna fram til handilsskipanir, ið ganga í ring. Vit vóna, at virðislønin kann vera við til at vísa, at burðardygg klædnavinna er møgulig, og at tað longu nú finnast góð dømi í Norðurlondum, ið kunnu geva okkum íblástur, sigur Cilia Indahl við heimasíðuna norden.org.

Náttúruvirðislønin er tann einasta av heiðurslønunum Norðurlandaráðsins, har øll kunnu koma við uppskotum. Freistin at senda inn uppskot er týsdagin 9. mai.

Innstillast kunnu fyritøkur, felagsskapir ella persónar, sum fyrimyndarliga hava megnað at taka atlit til náttúru og umhvørvi í teirra virki ella á annan hátt hava tikið eitt serligt tak fyri náttúru og umhvørvi. Tey, ið fáa virðislønina skulu arbeiða í norðurlendskum høpi og virka í Norðurlondum.

Tey, ið vilja innstilla til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins skulu gera tað her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder