Uttanlands

Vil ikki lata seg avvápna ella loyva útlendingum at stýra

Stýringin av Gaza er eitt palestinskt mál, sigur Hamas

Burturriknir palestinar fara aftur til Gaza bý (Mynd: EPA)

Burturriknir palestinar fara aftur til Gaza bý (Mynd: EPA)

2025-10-12 18:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Palestinska Hamas-rørslan tekur ikki undir við at hava ein "útlendskan verja" at stýra Gaza.

Ein partur av friðarætlanini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum er grundarlagið undir vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas er, at ein sonevnd "Friðarnevnd" skal setast á stovn, sum skal halda eyga við umsitingini av Gaza, og sum Trump sjálvur skal standa á odda fyri, skrivar Ritzau.

Men sambært Hamas er stýringin av Gaza eitt innanhýsis palestinskt mál.

Hósdagin segði umboð fyri Hamas, Osama Hamdan í samrøðu við sjónvarpsrásina Al Araby í Katar, at eingin palestini fór at góðtaka tað.

– Eingin fer at góðtaka eina afturvendan til mandattíðina og hjálandatíðina, sigur hann.

Sambært einum ónevndum embætisfólki hjá Hamas er tað eisini útilokað, at Hamas fer at lata seg avvápna.

Sambært friðarætlanini hjá Trump kunnu limir hjá Hamas, hóast teir ikki fáa nakran leiklut í einum framtíðarstýri í Gazageiranum, fáa amnesti, um teir lata inn síni vápn. Tað er tó ikki partur av avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi fríggjadagin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder