Innanlands

Vil tosa við vitni til harðskapsmál

Tveir ungir mans álopnir á Áarvegnum í nátt

2023-05-14 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir unglingar vórðu álopnir í nátt á Áarvegnum í Havn, og løgreglan ynskir nú at tosa við fólk, sum møguliga hava verið vitni til hendingina.

Tilburðurin fór fram millum klokkan trý og hálvgun fýra á Áarvegnum.

Tveir ungir dreingir av bygd komu gangandi eftir Áarvegnum niðan móti Hotel Hafnia, tá teir møta einum størri bólki av dreingjunum. Teir báðir dreingirnir kendu ein av hinum, og heilsaðu upp á hann, men knappliga vórðu teir álopnir og bukaðir.

Í hvussu so er annar av teimum álopnu mátti á Landssjúkrahúsið til viðgerðar fyri snuddir m.a. í andlitinum.

Løgreglan fer í dag at tosa við tann eina dreingin, sum teir álopnu kendu, fyri at avhoyra hann.

Men løgreglan er eisini áhugað í at hoyra frá fólki, sum møguliga hava sæð hendingina, fyri at gera sær eina mynd av, hvat kann vera farið fram.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder