Innanlands

“Vild med dans” á Strondum

Undirvísarar frá kendu donsku sendingini undirvísa á Strondum

2019-01-08 15:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Undirvísarar frá sendingini hjá danska TV2, Vild med Dans, koma til Strendur, har tey fara at undirvísa í dansi.

Sjóvar kommuna skrivar, at Mie Martha Moltke og Thomas Evers Poulsen fara at undirvísa í bygdahúsinum á Strondum tann 15. og 16. mars.

Mie Martha Moltke var í ársins Vild med Dans dansipartnari hjá Adam Duvá Hall, meðan Thomas Evers Poulsen var dansipartnari hjá Signe Lindkvist.

Undirvíst verður í standard dansi, valsi, quickstep, cha cha cha og jive.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder