Innanlands

Vilja hava fleiri tilboð næsta ár

Á Blákrossheiminum hevur tosað verðið um at opnað viðgerðarheim fyri kvinnur

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-25 21:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Blákrossheimið opnaði í 2017 nýtt viðgerðarheim fyri Ung við rúsevnis- og rúsdrekkatrupulleikum. Ætlanin við heiminum var veita serliga viðger til ung, sum vóru bundin at rúsi. Tað var nakað av rokið í 2017 um, at heimið ikki fekk alla játtanina av fíggjarlógini, teimum kundi hugsað sær.

Men nú hevur heimið fingið alla tað játtan, tey hava biðið um til hesa verkætlan, sigur Jütta Olsen, leiðari á heiminum. 

- Vit hava yvir tvey ár fingið hægri játta, soleiðis at vit nú hava fingið alla játtanina til viðgerðarheimið fyri ung, sum vit hava biðið um, sigur leiðarin við Portalin. Viðgerðartilboðið til ung eitur DAT og er ætlað ungum í aldrinum 15-18 ár. 

Jütta Olsen greiðir eisini frá, at tosað hevur verið um at gera onnur tilboð, sum eru ætla ávísum bólkum í samfelagnum. 

- Vit síggja eitt nú, at tað eru nógv fleiri menn, sum leita sær hjálp fyri misnýtslu, men vit vita at kvinnur eru úti har. Tí kann tað vera nakað við viðgerðini, sum ger, at kvinnur ikki leita sær hjálp, greiðir hon frá. 

- Tað snýr seg um at spyrja, hvørjar orsøkirnar til at kvinnur ikki leita sær hjálp kunnu vera og so at hugsa ørvísi. At royna nýggj viðgerðartilboð, greiðir leiðarin frá. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder