Innanlands

Vilja hava fongsling av Paul Watson fyri Hægstarætt

Verjarnir hjá hvalaaktivistinum fara at søkja um at fáa málið fyri Hægstarætt

(Mynd: KNR)

(Mynd: KNR)

2024-08-20 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grønlendski landsrætturin staðfesti í dag avgerðina hjá býarættinum í Nuuk at leingja varðhaldsfongslingina av Paul Watson til 5. september.

Men verjarnir hjá Paul Watson gevast ikki so. Teir ætla at søkja procesbevillingsnævnet um at fáa avgerðina hjá grønlendska landsrættinum fyri Hægstarætt.

Tað upplýsir Julie Stage, ein av hansara verjum, fyri Ritzau tíðindastovuni.

73 áta gamli Paul Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli og hevur sitið í varðhaldi síðani.

Hann varð handtikin eftir altjóða handtøkuboðum frá Japan frá 2012. Sambært japonsku myndugleikunum hevur Paul Watson órógvað lógliga hvalaveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder