Tórshavnar býráð tók í september avgerð um at bjóða út arbeiðið at byggja leiguíbúðir við at bjóða lendið undir Kongavarða út í almennari sølu. Kommunan hevur í longri tíð arbeitt við at menna ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, og er verkætlanin undir Kongavarða ein ítøkilig roynd at nøkta tørvin hjá mongu borgarunum, ið ynskja ein leigubústað.
Talan er um bygging á 10.500 fermetrar, ið kemur at standa í røðini við síðuna av teimum fimm íbúðarhúsunum, sum vórðu bygd í 2007. Niðanfyri økið er raðhúsabygging, og oman fyri økið eru sethúsaútstykkingar við Klingrutjørn. Økið undir Kongavarða verður soleiðis eitt øki við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, har vit koma at síggja sethús við egnum grønum øki, raðhúsum við felags hentleikum og íbúðarhúsum í ymiskum støddum.
Talan er sostatt um eina slóðbrótandi verkætlan innan føroyska bústaðarbygging, og av tí at vinnan hevur gjørt vart við tørvin á longri skotbrá, hevur kommunan avgjørt at leingja freistina við tveimum vikum, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Freistin fyri at lata inn tilboð til íbúðarbygging Undir Kongavarða er tískil sett til mánadagin 5. november kl 16.
Innanlands
Vilja hava longri skotsbrá til íbúðarbyggingina undir Kongavarða
Tórshavnar kommuna leingir freistina at lata inn tilboð við tveimum vikum
Mynd: Tórshavnar kommuna
2018-10-23 07:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald