Formaðurin í hetlendsku nevndini fyri flutningi, Ryan Thomson, heldur at tíðin er búgvin til at viðgera, um Norrøna aftur eigur at leggja at í Hetlandi á leiðini millum Føroyar og Danmark.
Úr Hetlandi verður eisini sagt, at skotska stjórnin kann nýta Norrøna í teirra roynd at betra um sambandið í Arktiska økinum og sambandið við londini norðan fyri Skotland.
Sendinevnd í Føroyum vitjar Hetland fyrst í november, har samskifti fer at mynda vitjanina. Umboð frá Føroya Tele fara til Hetlands har tosað verður um at betra um breiðband og at fáa 5G til Unst á Hetlandi, men hetlendingar vilja eisini nýta høvi at tosa um møguleikarnar at fáa Norrøna at leggja at í Hetlandi, skrivar Shetnews.co.uk.
Hetlendingar løgdu 4 milliónir pund í Norrøna í 2002, men longu í 2007 avgjørdi Smyril Line at Norrøna ikki longur skuldi leggja at í Hetlandi. Hetlendingar hava aldrin fjalt, at teor hava verið sera vónsviknir um hesa avgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald