Innanlands

Vilja ikki at málið skal fara stillisliga framvið

Um páskirnar fara Verjið Børnini og Steðga pedofili í Føroyum at skipa fyri fleiri tiltøkum í kjalarvørrinum á dóminum, sum varð sagdur í Føroya Rætti í vikuni – Fyrsta tiltakið verður á Vaglinum langafríggjadag

Føroya Rættur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroya Rættur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-01 20:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin fall dómurin í stóra neyðtøkumálinum í Føroya Rætti, og nú er greitt, at 42 ára gamli maðurin fær trý ára fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir.

Umframt fongsulsrevsingina skal hann rinda dreingjunum 65.000 krónur í endurgjald.

Les eisini: 42 ára gamal trý ára fongsulrevsing fyri kynsliga misnýtslu

Talan var um eitt mál av grovum slagi. Revsiramman var 12 ára fongsul, og ákærin kravdi átta ára fongsulsrevsing. At revsingin hóast hetta endaði við at vera bert trý ár, hevur skapt øsing, og hava nógv sagt sína hugsan um málið á sosialu miðlunum.

Les eisini: Løgreglan: Ansið eftir hvussu tit orða tykkum um neyðtøkumálið

Verjið Børnini, ein grasrótsrørsla, sum arbeiðir fyri at steðga kynsligan ágang á børn í Føroyum, ynskir ikki, at málið skal fara stillisliga framvið.

Í kjalarvørrinum á dóminum, sum varð sagdur í Føroya Rætti herfyri, fer Verjið Børnini og bólkurin Steðga pedofili í Føroyum tí at skipa fyri fleiri smærri tiltøkum yvir páskirnar.

Fyrsta tiltakið verður á Vaglinum í Havn í morgin, langafríggjadag.

Tiltakið, sum á Facebook hevur fingið heitið "Neyðarróp í drepandi tøgn" verður lýst soleiðis:

– Øll møta upp til eina “jarðarferð” ílatin í svørtum. Við tøgn verður Merkið sett í bøin við SOS skrivað stórt á við svørtum. Hetta er ein løta fyri at minnast børnini. Børn, sum liva í ótta og pínu av kynsligum ágangi, siga ofta frá uttan at siga nakað. Tey bliva hótt og ofta bukað til tøgn. Hesa løtuna minnast vit tað drepandi tøgnina sum offur av pedofilum líða undir.

– Hjálpið okkum at minnast hesi børn. Møtið upp í svørtum kl. 13 á Vaglinum langafríggjadag. (...) Vónandi fáa vit allan bøin uttan fyri Vaglið klæddan við SOS á Merkinum.

Boðað verður eisini frá ætlanini um at skipa fyri stórari mótmælisgongu vikuna eftir páskir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder