Innanlands

Vilja ikki hava sendistovu í Ísrael

Millum annað tað vísir ein nýggj Spyr.fo-kanning, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur latið gjørt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-09 23:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar siga ja til NATO, og halda, at vit skulu ansa okkum fyri Kina og Russlandi. Í samsvari við hetta eru fólk skeptisk um Huawei.

Í øllum førum sambært einari kanning hjá Spyr.fo, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur latið gjørt.

Við økta strategiska týdninginum, sum Arktis hevir fingið, er áhugin hjá stórveldunum fyri Føroyum eisini vaksin. Bæði kinesiski og amerikanski ambassadørurin hava verið her meira enn eina ferð.

Í vetur var kinesiski ambassadørurin her og tosaði um m.a. Huawei, og okkurt bendi á, at ein handilsavtala við Kina kundi gerast lættari at fáa, um føroyingar valdu kinesisku fyritøkuna til 5G-netið.

Hesa vikuna hevur amerikanska sendikvinnan vitjað Føroyar, her hon tosaði um tættari samstarv millum londini, og m.a. nevndi ein amerikanskan maritiman depil í Føroyum.

Tað er lítil ivi um, at vit eru tvingað til so ella so at velja síðu. Hvat vit velja, kann hava týdning fyri, hvørji lond framyvir ynskja at samstarva við Føroyar, og hvørja fatan tey hava av Føroyum.

Tí gjørdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í gjár eina kanning um, hvat føroyingar halda um hesi viðurskifti.

Úrslitið bendir á, at økti altjóða áhugin fyri Føroyum hevur gjørt føroyingar meira tilvitaðar um, at vit mugu velja. Og tað er eingin ivi um, hvørjari síðu føroyingar halda, at vit skulu standa á. Ein stórur meiriluti vil, at vit framhaldandi skulu hoyra til NATO og heldur, at vit skulu ansa okkum, tá ið tað kemur til Kina og Russland.

Breið semja tykist eisini vera um, føroyskir politikararnir eiga at taka trygdarpolitisk atlit, tá ið handilsligar og uttanríkispolitiskar avgerðir verða tiknar. Einans 11 prosent av teimum spurdu halda tað vera óneyðugt.

Eisini í øðrum spurningum vóru svarini greið. Føroyingar siga:
- Nei til sendistovu í Ísrael / Jerusalem.
- *Nei at USA ella NATO skulu gera maritiman depil í Føroyum.
- Nei til at Huawei skal seta upp okkara 5G-net.

--

* Í Spyr.fo kanningini varð spurt um NATO ella USA skuldu hava loyvi at nýta Føroyar sum maritiman depil. Tíanverri var ikki gjørligt hjá teimum spurdu at skyna millum NATO ella USA. Tað var bert møguleiki at svara um NATO og USA undir einum.

Hetta var óheppið, tí samstundis sum føroyingar taka undir við, at vit skulu hoyra til NATO, so sýnir kanningin eisini, at fólk eru rættiliga skeptisk mótvegis hernaðarligum samstarvi við USA. Harumframt vísir kanningin, at tað hevur stóran týdning fyri fólk, hvør er forseti í USA. Tí er sannlíkt, at tað sama ger seg galdandi í Føroyum sum í øðrum londum: So leingi Donald Trump er forseti í USA, hava fólk eina meira negativa hugsan um tað, sum higartil hevur verið roknað sum vesturheimsins leiðari.

Tí er hugsandi, at fólk eru meira positiv um ein maritimal depil í NATO høpi enn um ein slíkan amerikanskan depil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder