
Tað gongur væl undir lakinum hjá sandavágsmanninum í Paradise Hotel. Satt at siga tjenar hann pengar hvørjaferð Viaplay vísir myndir meðan hann er í gongd.
Tí umframt at vera realityluttakari, roynir Karl Weihe seg eisini á tónlistaliga pallinum. Hittið "Bollet En Nordmand" verður spælt hvørja ferð sandavágsmaðurin er úti um seg í songini, og hóast tað gekk leingi áðrenn hann kom í gongd, er tað ikki so fáar ferðir eftir hondini. Hetta hevur eisini við sær, at sangurin er blivin væl umtóktur.
- Eg elski tað. Koda-pengarnir streyma inn og tað gera konsertbókingar eisini. Tað vísir seg, at eitt sindur av realitysex er besta marknaðarføringin fyri tónleik, sigur Karl Weihe við danska miðilin Her & Nu.
Í partinum í gjár bleiv tað upp aftur villari, enn tað annars hevur verið hjá Karl Weihe. Eftir eina halloweenveitslu endaðu tær báðar Zenia Lund og Alberte Buhl í somu song sum 25 ára gamli sjarmørurin, og so gekk tað annars fyri seg millum tey trý.
Paradise Hotel sæst á Viaplay. Nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald