Í kvøld klokkan 20.30 verður forkunnug konsert í Sirkus í Havn, tá filmslistamaðurin Vincent Moon framførir Music+Cinema ritualið SACRED+S á loftinum í Sirkus. Jakku og Teitur framføra eisini til tiltakið.
- SACRED+S er eitt eksperiment, ið samantvinnur improviseraðan tónleik og film, sum Vincent Moon hevur tikið upp dagarnar frammanundan. Hann er í Føroyum í løtuni og ger upptøkur av gomlu siðunum í føroyskari sang- og dansi mentan og kjarnuni í føroyskum spiritualiteti. Tað eru hesar upptøkur, hann fer at brúka til framførsluna í Sirkus, skrivar Sirkus á Facebook.
Gestatónleikarinir kalla seg Jakku og Teitur. Jakku er ein bólkur settur saman av Per I. H. Petersen og Bárður Næs, sum í longri tíð hava sett tónleik úr filmum hjá Vincent Moon saman. Í kvøld framføra teir saman við Teituri Lassen.
Jakku, ið er mannað av Per I. H. Petersen og Bárður Næs, hava í longri tíð samplað tónleik úr filmum hjá Vincent Moon og skapað egna ljóðmynd burturúr. Hetta kvøldið framføra teir tónleikin hjá sær saman við Teitur Lassen.
At enda spæla allir tónleikararnir saman. Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald