Anfinn Kallsberg, sáli var fyrstvaldi á fólkatingsvalinum í 2005. Viðingurin var millum annað Føroya Løgmaður áðrenn tað, men seinastu árini hevur eingin umboðan verið úr bygdini - heldur ikki í løgtinginum.
Annars er politiski áhugin har, og tað er serliga Fólkaflokkurin, sum er stórur á Viðareiði.
Á fólkatingsvalinum í 2022 var Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir greiður toppskjútti við 47 av teimum 187 atkvøðum.
Sí eisini: Fyrstu veljararnir komnir á val í Klaksvík (Myndir)
Tá var vallutøkan yvir 73 prosent, sambært KVF og valurslit.fo. Á middegi í dag høvdu 13 prosent verið á vali á Viðareiði, og hetta samsvarar væl við fyrstu tríggjar tímarnar seinastu fólkatingsvalini.
Hetta sigur Jensebeth Absalonsen, valstýrisforkvinna á Viðareiði. Hon staðfestir eisini, at tað er munur á tíðini nú, og tá Anfinnn Kallsberg var høgt í poltisku skipanini. Tó eru viðingar raskir at fara á val.
Vindurin hoyrdist og merkist - nógvur vindur av vesturætt. Hanus Kjølbro staðfesti tó fyri FM1, at veðrið kann væntast at batna munandi út á dagin. Kendi veðurmaðurin.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók á Viðareiði - millum annað av gamla valkassanum - niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald