Innanlands

Vindur, vindur og aftur vindur

Gráliga veðrið heldur sær komandi dagarnar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-20 14:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag verður fyri tað mesta frískur til strúkur í vindi av útsynningi, millum 10 og 13 m/s, tó er ein lítil løtu í kvøld um 19 tíðina, tá hann minkar heilt niður í gul um 3,7 m/s av landnyrðingi. Tað regnar fram til klokkan 19, millum 0,2 og 1,8 mm. Hitin í dag um 6 hitastig.

Vindur heldur áfram í morgin, frískur til strúkur í vindi av vestri, millum 10 og 14 m/s, fram til um 16 tíðina. Hann minkar tá niður í andøvsgul av landsynningi, um 5,5 m/s. Nøkur æl verða gjøgnum dagin, um 0,1 til 0,6 mm. Hitin millum 5 og 7 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder