Innanlands

Vindurin minkar skjótt fyrrapartin

Hvassur stormur vestan, 25 til 28 m/s, sum fyrrapartin minkar skjótt niður í frískan vind upp í strúk vestan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-01-17 08:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Forsøgn galdandi til leygardagin á middegi, skrivað kl 06:30.

Hvassur stormur vestan, 25 til 28 m/s, sum fyrrapartin minkar skjótt niður í frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s.

Seinnapartin minkar vindurin meira niður í eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og okkurt ælið.

Í kvøld gongur hann upp í landsynning og veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Í nátt lækkar hann í sunnan og veksur upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig, í nátt veksandi til millum 5 og 9 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder