
- Tankin við vinnutiltakinum er tvídeildur. Okur ynskja at geva fyritøkum og stovnum í Suðuroynni møguleika at vísa seg fram, sum arbeiðspláss fyri komandi ættarliðið, ið skal út á arbeiðsmarknaðinum. Og so ynskja okur at vísa ungdóminum í oynni, hvussu fjølbroyttir útbúgvingar- og starvsmøguleikarnir eru í Suðuroynni.
Hetta sigur Magnus Pauli West, sum er fyriskipari av vinnutiltakinum "Vinnan á vitjan". Hetta tiltakið verður á skránni fríggjadagin 24. februar. Tað er ætlað næmingum í 9. og 10. flokki í oynni og á miðnámi, og endamálið er at kunna næmingarnar, og foreldur teirra, um útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar í Suðuroynni.
- Í prinsippinum kanst tú fara av oynni, og fáa tær dreyma útbúgvingina, og koma aftur til Suðuroynna fáa dreymastarvi. Tú kanst eisini verða verandi í oynni og fáa dreyma læruplássi ella starvi. Og so tað er ein breið vifta av útbúgvingarmøguleikum í Suðuroynni, sum kundi áhugavert at vita meiri um, sigur Magnus Pauli West við vagur.fo.
Í mars 2022 skipaði Vágs Kommuna fyri vinnutiltakinum á fyrsta sinni. Tiltakið var sera væl móttikið av næmingunum, foreldrunum og fyritøkunum, sambært vagur.fo, og tað varð avgjørt, at tiltakið skuldi endrutakast.
Fríggjadagin 24. februar verður Vágs skúli – har fimleikahøllin og aulan verða nýtt – karmur til "Vinnan á vitjan". Tað verður við fleiri fyritøkum og stovnum enn undanfarna ár, upplýsir Vágs kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald