Mentan

Vinnarar av skrivikappingini avdúkaðir á flaggdegnum

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu varð skipað fyri skrivikapping, har luttakarar skuldu skriva eitt essay – eina ritroynd – og inn komu yvir 40 ritroyndir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-24 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum byrjar í dag, varð skipað fyri skrivikapping, har luttakarar skulu skriva eitt sonevnt essay – eina ritroynd – har evnið er púra frítt.

Fyriskiparar av kappingini skriva í tíðindaskrivi, at luttøkan var góð, og at yvir 40 ritroyndir komu inn.

Dómsnevndin hevur nú mett um innkomnu tekstirnar, og tríggir vinnarar eru funnir. Umframt 1. og 2. virðisløn, verður eisini ein serstøk virðisløn latin til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir.

Vinnarar av skrivikappingini verða kunngjørdir í morgin, flaggdagin 25. apríl, á Bókasavninum við Løkin. Hetta verður í annaðkvøld klokkan 19.30.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen fer at bjóða vælkomin, og Lena Anderssen fer at spæla. Síðani verða virðislønirnar handaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder