Innanlands

Vinnukavaraskúlin fyrireikar frálandakavara-útbúgving í Føroyum

Í løtuni verður arbeitt við at fáa neyðugu útgerðina til oyggjarnar

Frá vinstru Daniel (eletrikari), Martin (projectmanager) Emil (HB technician) og Janus (kavaraskúlin)

Frá vinstru Daniel (eletrikari), Martin (projectmanager) Emil (HB technician) og Janus (kavaraskúlin)

2019-05-24 14:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vinnukavaraskúlin er í ferð við at fyrireika eina frálandakavara-útbúgving her heima. Í løtuni verður arbeitt við at fáa neyðugu útgerðina til oyggjarnar. Í februar í ár bílegði kavaraskúlin eitt Trýst- og viðgerðarkamar frá einum veitara í Hollandi. Trýstkamarið skal millum annað brúkast, í samband við útbúgving av føroyskum kavarum og trýsttanga-operatørum. Eisini er ætlanin at trýstkamarið kann brúkast sum ein trygd hjá vinnukavarum har kava verður.

Harumframt lýkur trýstkamarið eisini krøvini, sum í dag verða sett einum viðgerðarkamari. Heilsuverk í grannalondum okkara brúka slík viðgerðarkømur til sokallaðar HBO viðgerðir. HBO viðgerðir minkað um hypoxi í kropsvevnaði, hjálpa kroppinum at niðurberja bruna og skunda undir lekingargongdina hjá fólki ið fáa viðgerðir av ymiskum slag. Trýst- og Viðgerðarkamarið hjá vinnukavaraskúlanum hevur møguleika, um føroyska heilsuverkið ynskir, at avgreiða 16 HBO viðgerðir um dagin ella uml. 80 viðgerðir um vikuna.

Á myndini síggja vit stjóran á kavaraskúlanum saman við teimum, ið hava gjørt trýst- og viðgerðarkamarið. Myndin varð tikin mikudagin í farnu viku niðri í Rotterdam, tá trýst- og viðgerðarkamari fekk endaligu altjóða góðkenningina frá Lloyd´s.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder