Innanlands

Vinnulívið nýggjar eigarar

Hanus Samró og Adam Andreasen hava keypt blaðið “Vinnulívið”, ið varpar ljós á vinnufyritøkur í Føroyum

Adam Andreasen, Bergur Zachariasen og Hanus Samró

Adam Andreasen, Bergur Zachariasen og Hanus Samró

2018-09-03 08:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bergur Zachariasen, ið átti blaðið, er farin í annað starv og hevur í tí sambandi valt at selja fyritøkuna. Hanus Samró, ið eigur og rekur Ó, hevur saman við Adami Andreasen, lýsingarstjóra á Vinnulívinum, keypt blaðið. Avtalan varð undirskrivað í gjár.

- “Vinnulívið” er eitt gott og sterkt brand, sum hevur nógv ár á baki, og tá vit fingu møguleikan at keypa tað, ivaðust vit ikki. Tað er spennandi at fylgja føroyska vinnulívinum. Tað gongur væl, fyritøkur standa seg ikki bara væl í Føroyum, men eru eisini kappingarførar uttan fyri landoddarnar, sigur Hanus Samró.

- Kjarnin verður tann sami. Vit fara framhaldandi at umrøða føroyska vinnulívið, men vit hava eisini nakrar ætlanir um, hvussu vit kunnu røkka einum uppaftur størri vinnulívsskara, sigur Hanus Samró.

Næsta “Vinnulívið” kemur út í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder