Vinnulívið varpar ljós á handilsviðurskiftini millum Føroyar og Ísland. Løgtingið segði fyri jól handilsavtaluna við Ísland upp, men hvørja ávirkan hevur tað á føroyska vinnulívið?
Í blaðnum kanst tú m.a. lesa um Elisabeth Eldevig Olsen, eigara og stjóra í Framherja, Jón Rasmussen, skipara á Norðborg, og Odd Eliasen, stjóra í Havsbrún, ið verða ávirkað hvør í sínum lagi av politisku ósemjuni.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, greiður frá sínum sjónarmiðum, samstundis sum tveir altjóða viðurkendir fiskivinnuserfrøðingar, Óli Samró, Farec International, og Torben Foss, senior ráðgevi hjá PWC, hugleiða um altjóða handil.
Vinnulívið verður sent út til allar vinnufyritøkur, umframt at tað fæst í útvaldum handlum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald