2019-03-29 07:33
Seinnapartin í dag hevði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fund við ES nevndarlimin í handilsmálum, Cecilia Malmstrøm.
Tey umrøddu ynskið hjá landsstýrinum um eitt styrkt samstarv við ES. Serliga legði landsstýrismaðurin dent á týdningin, betri marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur til ES marknaðin hevur. Meira ítøkiliga vísti landsstýrismaðurin á føroyska ynskið um at tryggja Føroyum javnbjóðis atgongd til ES marknaðin fyri føroyskt fiskafóður, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Staðfest varð á fundinum, at málið helst verður loyst í næstum.
Hóast sitandi ES nevnd bara hevur fáar mánaðir eftir, vildi Cecilia Malmstrøm gera sítt til at styrkja samstarvið viđ Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald