
Jonas Gahr Støre, formaður í Arbeiderpartiet, kann helst halda fram sum forsætisráðharri í Noregi.
Úrslitið av stórtingsvalinum í dag var, at vinstrivongurin fær 88 sessir í stórtinginum, meðan høgrivongurin fær 81.
Arbeiderpartiet hjá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, er framvegis størsti flokkur í Noregi. Sosialdemokratiski flokkurin fekk 28,2 prosent av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 1,8 prosentstig í mun til seinasta val. Flokkurin fær 53 sessir á tingi, 5 fleiri enn nú.
Vinnarin: Sylvi Listhaug, forkvinna í Fremskrittspartiet (Mynd: EPA)
Stóri vinnarin á stórtingsvalinum er Fremskrittspartiet, ið nú er næststørsti flokkur á tingi við 23,8 prosentum av atkvøðunum – ein framgongd á heili 12,2 prosentstig. So stóra undirtøku hevur flokkurin ongantíð fingið fyrr. Flokkurin fær 48 sessir á tingi, 27 fleiri enn nú.
Erna Solberg og Høyre taptu
Taparin á stórtingsvalinum var Høyre við fyrrverandi forsætisráðkvinnuni, Ernu Solberg á odda. Højre fekk 14,6 prosent, 5,8 prosentstig minni enn seinast.
Taparin: Erna Solberg, forkvinna í Høyre (Myns: EPA)
Senterpartiet fær 5,7 prosent (-7,8) og 9 tingsessir (-19), Sosialistisk Venstreparti fær 5,6 prosent (-2,0) og 9 tingsessir (-4), Rødt fær 5,3 prosent (+0,6) og 9 tinglimir (+1), Miljøpartiet de Grønne fær 4,7 prosent (+0,7) og 8 tinglimir (+5) og Kristelig Folkeparti fekk 4,2 prosent (+0,4) og 7 tinglimir (+4).
Loksins er tað Venstre, ið fekk 3,7 prosent (-0,9) sum er undir sperrimarkið, sum merkir at flokkurin ikki er við í útdeilingini av útjavnandi eykavaldum stórtingslimum. Venstre verður umboðað av trimum valdømisvaldum stórtingslimum (-5).
Enn er óvist hvussu komandi norska stjórnin kemur at síggja út. Eftir seinasta stórtingsval skipaðu Arbeiderpartiet og Senterpartiet minnilutastjórn við hinum flokkunum á vinstraveinginum sum stuðulsflokkar. Fyrst í februar í ár tók Senterpartiet seg úr stjórnini.
Tað er ikki møguligt at útskriva val í úrtíð í Noregi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald