Mentan

Virðisløntur svenskur filmur í Norðurlandahúsinum

Hóskvøldið verður filmurin Charter sýndur í Norðurlandahúsinum – Filmurin, sum snýr seg um hjúnarskilnað, varð valdur til besta svenska film í 2020

2021-01-30 18:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið 4. februar klokkan 19 sýnir Norðurlandahúsið svenska filmin Charter.

Filmurin snýr seg um Alice, sum ikki hevur sæð børnini í fleiri mánaðir, aftaná ein sera ógvusligan og beiskan hjúnarskilnað. Tey hava bíðað eftir avgerandi dóminum um foreldramyndugleika og tí hevur Alice ikki havt møguleika at hitta børnini.

Tá ið sonurin eina náttina, við grátandi rødd, ringir til Alice tekur óttin yvir vit og skil. Alice fer við náttartokinum til lítlu bygdina Norrland, har børnini búgva hjá pápanum. Hetta er hennara seinastu roynd at endurvinna kærleikan og álitið hjá børnunum. Hon tekur tey við sær á eina ólógliga charterferð til Kanarisku oyggjarnar. Men tað gongur tó ikki long tíð, áðrenn hon verður eftirlýst og ákærd fyri barnarán.

Tað er Amanda Kernell, sum hevur leikstjórnað filmin við Ane Dahl Torp í høvuðsleiklutinum.

Filmurin Charter varð valdur til besta svenska film á 93 Academy Awards 2020. Eisini varð filmurin tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020, og er hann valdur at umboða Svøríki innan besta altjóða film á Oscarveitsluni 2021. 

Norðurlandahúsið boðar frá, at avmarkað atgongd er til filmin vegna koronatilmæli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder