Virginia er nær við at gerast fyrsti amerikanski suðurstaturin at avtaka deyðarevsing.
Tingfólk í Virginia samtyktu í vikuni at avtaka deyðarevsingina, og nú er bert eftir hjá guvernørinum, Ralph Northam at skriva undir, so lógin um avtøku kann setast í gildi. Og hetta ætlar hann eisini at gera, sigur hann.
Sambært Ritzau er Virginia annars tann staturin í USA, sum søguliga hevur avrættað flest fangar. Síðan 1608 hevur Virginia avrættað 1.390 persónar. Seinast var í 2017.
Avgerðin um at avtaka deyðrevsing er eitt tekin um, at undirtøkan fyri deyðarevsing sum heild er minkandi í USA. Sambært Gallup er undirtøkan farin úr 80 prosent í 1990 niður í 55 prosent í 2020.
Seinastu tíðina hevur kjakið um deyðarevsing tikið seg uppaftur. Hetta er serliga orsakað av, at fyrrverandi forsetin, Donald Trump í fjør tók avrættingar á samveldisstigi uppaftur, eftir ein 17 ára langan steðg.
13 persónar vórðu avrættaðir fáar mánaðir áðrenn Trump fór frá sum forseti, harav seks persónar eftir forsetavalið 3. november.
Undir valstríðnum segði núverandi forsetin, Joe Biden, sum tók við 20. januar, at hann vildi arbeiða fyri at avtaka deyðarevsing á samveldisstigi. Eisini heitti hann á statir um at gera tað sama.
Deyðarevsing er enn loyvd í 28 av 50 statum, men fleiri statir, harímillum Kalifornia, hava sett fyribils bann í verk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald