Innanlands

Viriðslønir landsins verða latnar mikukvøldið

Hátíðarhaldiå verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla 22. februar. Tríggjar virðirslønir verða handaðar

2023-02-16 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum siður er, handar landsstýrisfólki í Mentamálum tíðliga á árinum virðislønir fyri árið, ið fór.

Soleiðis verður nú skjótt - mikudagin 22. februar fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2022.

Heimasíðan hjá Almanna- og Mentamálaráðnum skrivar, at handanin verður á hátíðarhaldi í Tórshavnar Musikkskúla - í konserthøllini Hátúni - mikukvøldið 22. februar.

[object Object]
Musikkskúlin (Mynd: ammr.fo)

Almenna tiltakið byrjar klokkan 19.00, og tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Vinnarin fær 150.000 krónur.  

Heiðursgáva landsins verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Vinnarin fær 75.000 kr. 

Virðisløn til ungt listafólk verður latin fyri at kveikja ung listafólk og stimbra tey í menningini av yrkisleiðini. Vinnarin fær 50.000 kr.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder