Innanlands

Virkandi formaðurin stillar kortini ikki upp

Hesum hevur Tummas Eli Høj Joensen boðað Maskinmeistarafelagið frá. Arnfinn Bech av Tvøroyri er sostatt einasta valevni til aðalfundin 11. mars

2023-02-09 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tummas Eli Høj Joensen tók við sum formaður í Maskinmeistarafelagnum 1. september í fjør, tá fráfarandi formaður Ólavur Gunnarsson tók við nýggjum starvi.

Hann hevur síðani verið virkandi formaður, og fyri beint undir einum mánaði síðani varð kunngjørt, at Tummas Eli Høj Joensen og Arnfinn Bech báðir stillaðu upp til formansvalið, ið er partur av skránni til aðalfundin 11. mars.

Nú er støðan tó broyt: Heimasíðan mf.fo skrivar í dag, at virkandi formaður í Maskinmeistarafelagnum Tummas Eli Høj Joensen, hevur boðað frá, at hann tekur seg aftur sum valevni til formansstarvið.

Arnfinn Bech av Tvøroyri er sostatt einasta valevni til hetta starv, ið eftir øllum at døma alment fær, tá aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður á Hotel Hafnia tann 11. mars.

Arnfinn Bech er saman við Regini Meyer Olsen og Mortani Sólheim Olsen - báðir í Klaksvík -  uppstillaðir til nevndarval.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder