Alex Sólstein er ein av teimum 40-50 pensjónistunum, sum dúgliga møta til eginvenjing í venjingarhølunum hjá Ven og virka á Kjalarvegnum.
Venjingarhølini eru opin hvønn týsdag og hósdag kl. 9 – 12, og eftir venjingina er altíð ein kaffimunnur at fáa í Smæruni. Hendan hugnaliga samveran eftir venjing hevur stóran týdning fyri hugin, ásannar fyrrverandi skúlastjórin.
- Eg føli so avgjørt væl, at venjingin er heilsufremjandi fyri meg, og eg eri altíð glaður fyri kensluna í kroppinum, tá eg havi rørt meg eitt sindur. Men eg má eisini viðganga, at kaffimunnurin og hugnaligu prátini, sum eru í Smæruni eftir venjingina, gera hugin at koma til eginvenjing enn betur, sigur Alex Sólstein við einum smíli. Tað er brúkararáðið fyri virkishúsið Smæruna, sum sjálvboðin skipa fyri kaffimunninum.
Eginvenjingin er eitt tilboð hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, men tað eru tey eldru sjálvi, sum stýra venjingini. Hóast starvsfólkini hjá NBH eisini eru til staðar og til reiðar at vegleiða teimum, sum koma til eginvenjing, so eru eldru borgararnir sjálvir óførir at leggja hvørjum øðrum lag á. Umframt at vera tøk til vegleiðing, standa hesi starvsfólkini eisini fyri ergo- og fysioterapi tænastuni hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Gerda Arge kennir eisini væl til hetta, at hugni og samvera hevur stóran týdning fyri hugin til at fara til venjing. Hon er fastur gestur í Svimjihøllini, tá eldrasvimjing er á skránni har hvønn leygarmorgun. Vanliga møta eini 20 – 30 fólk til eldrasvimjing, og eisini her verður hugnin og samveran sett í hásæti, skrivar Norðoya Bú- og Heimatænasta á heimasíðu síni..
- Vit svimja, drekka kaffi, njóta góðu umstøðurnar í svimjihøllini og geva okkum góða tíð til sauna. Tað kennist fyribyrgjandi, tá hørðu strálurnar í baðilandinum mýkja vøddarnar, og tí eru vit eisini sera spent til nýggi vælverudepilin opnar, sigur Gerda, sum viðmælir øðrum at royna tilboðið.
Endaleysir møguleikar
Eginvenjingin í Ven og virka og eldrasvimjingin í Klaksvíkar svimjihøll eru bert tvey dømi um møguleikarnar fyri einum virknum aldurdómi. Umframt tilboðini og tænasturnar, sum Norðoya Bú- og Heimatænasta veitir, er eisini ein ørgrynna av øðrum tiltøkum og tilboðum til eldri.
Til dømis hava Klaksvíkar kvøldskúli og Handarbeiðsskúlin fyri stuttum kunngjørt vetrarskránna, har fleiri serlig tilboð eru ætlað eldri borgarum, og harumframt eru eisini fleiri afturvendandi tiltøk í Norðoyggjum, sum nógv eldri vitja og brúka javnan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald