Innanlands

Vísindavøkan 2019 verður um arv

Vísindavøkan 2019 verður 20. september

2019-06-21 20:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Evnið fyri ársins Vísindavøku verður 'Arvur'. Fríggjadagin 20. september fara granskarar og onnur starvsfólk frá granskingarstovnum í Føroyum at hava framløgur, framsýningar og tiltøk, sum á ymsan hátt snúgva seg um ARV. Evnið verður tulkað í víðastu merking. Endamálið er at fáa tey vitjandi at undrast, seta spurningar og kveikja hugsanir framyvir.  

Vísindavøkan 2019 verður á øðrum sinni í Sjóvinnuhúsinum. Tiltakið er í fleiri pørtum til ymsar málbólkar.

Les meir um Vísindavøkuna 2019 og skránna á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder