Innanlands

Vísindavøkan á ferð endar í Vági

Mánakvøldið verður fimta og seinasta ferðin hjá Vísindavøkuni á hesum sinni. Tá gongur leiðin til Vágs, har vitjað verður í Miðlatúni

2024-09-22 09:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vísindavøkan hevur verið á ferð kring landið hesa vikuna. Fýra tiltøk hava verið í Runavík, Klaksvík, Sørvági og á Sandi. Triggir granskarar hava lagt fram granskingarúrslit á hvørjum tiltaki.

Tiltøkini kring landið hava verið væl vitjað. Millum 30 og 50 fólk hava verið á hvørjum tiltaki.

Mánakvøldið verður fimta og seinasta ferðin hjá Vísindavøkuni á hesum sinni. Tá gongur leiðin til Vágs, har vitjað verður í Miðlatúni.

Vísindavøkan á ferð í Vági verður kl. 19 mánakvøldið. Á skránni eru hesar framløgur:

Kanningar av sjósílum í Føroyum - Kirstin Eliasen, Firum

Global rák, lokalar avbjóðingar, og framtíðarímyndanir í Suðuroy - Ragnheiður Bogadóttir, Fróðskaparsetrið

Hvønn leiklut spælir málið, tá umræður at lata dyr upp til føroyska arbeiðsmarknaðin? - Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder