Innanlands

Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna skrivað undir avtalu

Avtalan fatar millum annað um, at Visit Nólsoy í ár fer at virka fyri einum tættari samstarvi við Visit Tórshavn

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen)

2019-03-24 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin skrivaðu Visit Nólsoy og Tórshavnar kommuna undir avtalu um at Visit Nólsoy skal fáa stuðulsjáttan frá kommununi afturfyri at reka virksemi, sum er lýst í sáttmálanum.

Endamálið og uppgávurnar hjá Visit Nólsoy eru í høvðusheitum at vegleiða og hjálpa borgarum og ferðafólki í oynni, skipa fyri og samskipa tiltøk, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Avtalan fatar millum annað um, at Visit Nólsoy í ár fer at virka fyri einum tættari samstarvi við Visit Tórshavn. Tað kunnu vera ítøkilig ferðavinnutiltøk, at Visit Nólsoy verður partur av ítøkiligum tiltøkum, sum annars fara fram í kommununi, og at Visit Nólsoy, tá ið hetta ber til, verður partur av vinnuferðavinnuni.

Visit Nólsoy arbeiðir við at samskipa og menna ferðavinnuna í oynni. Her ímillum at samskipa og menna nýggj ferðavinnutiltøk. Hetta verður gjørt í samstarvi við ferðavinnuna í oynni, soleiðis at Visit Nólsoy ikki kemur í eina kappingarstøðu við verandi ferðavinnutilboð. At menna ferðavinnuna snýr seg til dømis um at fáa avtalur í lag við bóndir, um hvussu ferðafólk ganga í haganum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder