Felagið Tórshavn og Tórshavnar kommuna undirskrivaðu í gjár ein sáttmála, ið inniheldur ein avrikslista fyri 2020, har báðir partar binda seg til at loysa ásettar uppgávur.
Visit Tórshavn hevur ábyrgdina av at loysa uppgávurnar og Tórshavnar kommuna tryggjar eina játtan til uppgávurnar, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Visit Tórshavn er rikið av felagnum Tórshavn og fíggjað við stuðulsjáttanum frá Tórshavnar kommunu. Endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring, branding av Tórshavn og menning av vinnuferðavinnu, umframt kunning og menning av ferðavinnu í kommununi, og at kunna um føroyska høvuðsstaðin bæði innan- og uttanlands.
Umframt málini fyri 2020, sum eru nevnd í samstarvsavtaluni um ferðavinnu, skal Visit Tórshavn saman við Tórshavnar kommunu og Visit Faroe Islands gera eitt uppskot til strategi fyri Vinnuferðavinnu í 2020, umframt talgilda kunning, skelting, cruisevinnu og menningarætlanir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald