Innanlands

Vit kunnu læra av Ísrael tá tað kemur til matframleiðslu

FiiC arbeiðir við at styrkja sambondini millum Føroyar og Ísrael innan tøkni- og handilsvinnu

Frá vinstru Ben Arabo, stjóri í Framtak og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC, Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiiC, Tórheðin J. Jensen, marknaðarstjóri í Varðanum og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC og Robert R. Sivertsen, arbeiðsfelagi í FiiiC

Frá vinstru Ben Arabo, stjóri í Framtak og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC, Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiiC, Tórheðin J. Jensen, marknaðarstjóri í Varðanum og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC og Robert R. Sivertsen, arbeiðsfelagi í FiiiC

2023-03-27 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grundarlag er fyri at fara undir tættari samstarv millum Ísrael og Føroyar, serliga tá tað kemur til nýggjar hættir at framleiða grønmeti og frukt.

Tað er ein av niðurstøðunum í føroyskt-ísraelska samstarvinum, ið kallar seg FiiC, Faroe Israel Innovation Center.

FiiC varð sett á stovn í september í fjør, í samstarvi við føroysku sendistovuna í Ísrael, og hevur til endamáls at menna sambond millum Føroyar og Ísrael fyri at styrkja tøkni- og handilsvinnu. Ísrael hevur umfatandi kunnleika innan KT og matframleiðslu, sum kunnu koma føroyska vinnulívinum til góðar.

Á vitjan í Føroyum hevur FiiiC toymið møtt fólki í føroysku tøkni- og handilsvinnuni, har tey millum annað hava lært um avbjóðingar innan matframleiðslu í Føroyum, millum annað at nærum alt grønmeti og frukt verður innflutt.

[object Object]
Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiC

Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiiC, setti sær fyri at arbeiða fyri at loysa avbjóðingarnar innan matframleiðslu og matvørutryggleika í Føroyum, við at menna ísraelska tøkni innan landbúnað í Føroyum.

FiiiC hevur ment sterk sambond við vakstrarhús í Norðurísrael ið arbeiðir við sergrein innan hydroponic, aquaponic og onnur háttaløg innan landbúnað (farmnco.com).

Byrjunarkanningar vísa, at grundarlag er at fara undir vinnuligt virksemi innan hetta økið í Føroyum. Hetta kann økja munandi um føroyska framleiðslu av grønmeti, frukt, soppum, fóðri o.a. Endamálið er at skapa eitt gott og burðardygt vinnugrundarlag, samstundis við at økja um úrvalið av stuttfluttum føroyskum vørum.

Meira á heimasíðuni fiic.com  

Myndir herundir frá vakstrarhúsum í Ísrael


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder