Innanlands

Vita ikki hvat var galið við gólvinum

Ári Rouch, sum arbeiðir hjá Hondbóltssambandinum sigur, at tað helst var ein røð av óhepnum hendingum, sum førdu til trupulleikar við gólvinum til steypafinalurnar

Ári Rouch, ið sæst til høgru á myndini, mátti sjálvur á vøllin at hjálpa við gólvinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ári Rouch, ið sæst til høgru á myndini, mátti sjálvur á vøllin at hjálpa við gólvinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-25 17:06 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað var væta undir lýsingunum, sigur Ári Rouch, sum arbeiðir fyri Hondbóltsambandið, og sjálvur var á vøllinum leygardagin fyri at bøta um gólvið, tá lýsingarnar vórðu leysar. 

Leygardagin var steypafinala í hondbólti. Undir kvinnufinaluni loysnaðu lýsingar frá gólvinum somikið, at dysturin mátti steðgast meðan arbeitt varð við trupulleikanum. Ári Rouch segði við Kringvarpið, at væta helst hevði sníkt seg undir lýsingarnar, tá gólvið var blivið vaskað.  

Les eisini: Væta sníkt seg undir lýsingarnar

Men Ári Rouch sigur við Portalin í dag, at tað er teimum ein gáta, hvussu hesin trupulleikin var íkomin. Hann sigur, at tað helst er ein røð av óhepnum hendingum, sum eru orsøk til trupulleikan. 

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

- Í mars í fjør var kvinnulandsdystur spældur í Høllini á Hálsi, og tá varð gólvið brúkt. Eftir kvinnufinaluna, varð gólvið brúkt til ungdómslandsdystir í Hoyvíkshøllini. Tá var nokk ósemja um, hvørt veitarin ella hallarvørðirnir skuldu taka lýsingarnar av, og tí varð gólvið at enda rullað saman við lýsingum á, greiðir Ári Rouch frá.

Hann sigur, at av tí at gólvið ikki er brúkt síðani tá, vóru lýsingarnar blivnar øgiliga fastar í gólvinum. 

- Tí var nógv klistur undir lýsingunum, tá gólvið skuldi brúkast nú. Og tá vit høvdu valt at broytt kamerasíðu til upptøkurnar av dystinum, skuldu lýsingarnar flytast og kundu ikki setast á, har tær høvdu verið áðrenn, sigur Ári Rouch, sum heldur at byrjanin til trupulleikan helst íkomin tá lýsingarnar vóru á einum nýggjum staði. 

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Vaskaðu gólvið sum vant 
Ári Rouch sigur, at lýsingarnar eru tiknar av gólvinum nú, og at sami trupulleiki sjálvandi ikki má koma fyri næsta ár. Men hann sigur eisini, at gólvið varð vaska dagin fyri finalurnar sum vant og at tað tí er ein gáta, akkurát hví væta kom undir lýsingarnar hesa ferð. 

- Gólvið varð vaska dagin fyri finalurnar og hallarvørðirnir gera altíð sítt arbeiði øgiliga gjølla. Okkum vitandi hevur Sendistovan, sum var veitari, eisini gjørt tað sama sum undanfarin ár, greiðir Ári Rouch, sum tó sigur, at arbeitt verður við, at tað sama ikki kemur fyri seg næsta ár. 

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder