2024-08-14 15:25
Amerikanski herflotaráðharrin ger ikki eina nýggja roynd at koma til Føroya eftir at tað ikki eydnaðist amerikanska hernaðarflogfarinum við honum at lenda í Vágum um middagsleitið.
Uttanríkisráðið skrivar í dag, at vitjanin er avlýst, og at Carlos Del Toro herflotaráðharri og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríksimálum, í staðin halda ein talgildan fund í morgin.
Les eisini: Amerikanskur ráðharri fekk ikki lent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald