Vøksturin í fólkatalinum í Suðuroynni sær út til at standa við og kvinkar enntá eitt vet uppeftir, um vit taka seinastu tølini frá Landsfólkayvirlitinum. Nógv tann størsti vøksturin í borgarum, er í Tvøroyrar Kommunu við 34, meðan størsti vøksturin í prosentum er í Hovs Kommunu, við uml. 3,9%.
Sí seinastu tølini fyri kommunurnar í oynni (Fyrra talið 15. mai 2018 og seinna dags dato):
Fámjin 80/82 = +2, svarandi til uml. 2,5 % vøkstur.
Hov 99/103 = +4, svarandi til uml. 3,9% vøkstur.
Hvalba 674/676 = +2, svarandi til uml. 0,3% vøkstur.
Porkeri 316/322 = +6, svarandi til uml. 1,9% vøkstur.
Sumba 363/370 = +7, svarandi til uml. 1,9% vøkstur.
Tvøroyri 1695/1729 = +34 svarandi til uml. 2,0% vøkstur.
Vágur 1367/1339 = -28, svarandi til uml. 2,1% minking.
Hin 15. Mai 2018 búðu 4.594 fólk í Suðuroynni. Í dag búgva 4621 fólk í Suðuroynni, also 27 fólk fleiri og er tað at gleðast yvir, hóast vøksturin liggur væl undir miðal fyri landið.
Hyggja vit at fyribilsskattinum til kommunurnar so er vøkstur í øllum kommunum í Suðuroynni. Í Tvøroyrar Kommunu var samlaða skattainntøkan fyri januar til apríl 2018, 18.874.410 kr. Talið fyri sama tíðarskeið í 2019 er 20.286.950, svarandi til ein vøkstur uppá 1.412.540, ella 7,48%. Sostatt er ein ávísur vøkstur í skattainntøkunum, hóast skattaprosentið á Tvøroyri var eitt heilt stig lægri 1. Januar 2019, enn í 2018.
Skattatølini fyri hinar kommunurnar í oynni kunnu síggjast her https://bit.ly/2WKABwu
Kelda: Tvøroyrar kommuna
- Rættað: 08:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald