Innanlands

Vøkstur í fólkatalinum á eitt prosent seinasta árið

Fólkatalið 1. mars var 54.303. Vøksturin hevur verið nakað lakari síðani 1. mars 2022 enn undanfarin ár - serliga er tað stóra minkingin í burðaravlopinum, sum er atvoldin, skrivar Hagstovan

- Føðitalið var lutfalsliga høgt í 2020 og er síðani spakuliga minkað. Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. (Mynd: hagstova.fo)

- Føðitalið var lutfalsliga høgt í 2020 og er síðani spakuliga minkað. Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. (Mynd: hagstova.fo)

2023-04-18 16:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur vøksturin tó verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum.

Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu sínari í dag.

- Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 143 fólk og eini nettoflyting á 465 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin eitt vet størri meðan burðaravlopið er minkað við einum triðingi.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Hagstova Føroya


Hagstovan heldur fram og vísir á, at síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Nærum javnfjaru trendarnir greiða frá, at tilflytingin og fráflytingin eru vaksnar líka nógv. Nettoflytingin í Føroyum er tí enn á leið tann sama sum í 2020.

Føðitalið minkar  - deyðatalið hevur verið støðugt man vaks brádliga fyrru hálvu av síðsta ári.

- Føðitalið var lutfalsliga høgt í 2020 og er síðani spakuliga minkað. Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. Tað hevur saman við lága føðitalinum minkað nógv um burðaravlopið. Seinastu mánaðirnar er deyðatalið minkað nakað aftur, og gongdin í lága burðaravlopinum hevur tí verið meira støðug.

[object Object]

[object Object]
Trendarnir í myndunum omanfyri lýsa ávikavist gongdina í til- og fráflytingini og gongdina í føði- og deyðatalinum (Mynd: hagstova.fo)


Fólkavøkstur var í 19 av teimum 29 kommununum seinasta árið. Meira um hetta á hagstova.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder