2018-09-05 06:27
Føroyingar keypa nógvar nýggjar bilar. Vit hava innflutt 179 fleiri persónbilar higartil í ár í mun til sama tíðarskeið, vísa hagtøl hjá Akstovuni.
Bara í august vórðu 171 bilar seldir. Merkið Volkswagen var enn einaferð best seljandi við heili 26 bilum. Í hølunum á teimum vóru Ford og Renault við ávikavist 25 og 23 persónbilum.
Samanlagt kemur Volkswagen nú upp á 199 bilar fyri 2018, og tað er tað sama sum Toyota hevur selt. Toyota hevur annars átt fyrsta plássið einsamalt í fleiri mánaðir.
Nýggj akfør august 2018 (Persónbilar)
1 | Volkswagen | 26 |
2 | Ford | 25 |
3 | Renault | 23 |
4 | Toyota | 11 |
5 | Volvo | 11 |
Nýggj akfør samlað yvirlit 2018 (Persónbilar)
1 | Volkswagen | 199 |
2 | Toyota | 199 |
3 | Renault | 149 |
4 | Ford | 133 |
5 | Kia | 119 |
Kelda: Akstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald