
ES skal brynja seg hernaðarliga, og tað skal henda skjótt. Tað sigur ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.
Í dag legði hon fram eina ætlan fyri ES-leiðarum, sum leggur upp til at brúka allar fíggjarligar møguleikar til at styrkja ES-londini hernaðarliga.
- Vit eru í eini dubbingartíð. Evropa skal økja um sína vápnamegi til tess at hjálpa Ukraina og taka størri ábyrgd fyri egnari trygd, sigur von der Leyen.
Hon hevur sent smálutir í ætlanini í brævi til leiðararnar í ES-londunum undan eyka ES-toppfundinum í Brússel hósdagin.
- Uppskotini sjúgva seg um at brúka øll fíggjaramboð, sum eru til taks, fyri at hjálpa ES-londunum til skjótt og munagott at kunna vaksa um íløgurnar í verjuna, sigur von der Leyen.
Uppskotini miðja eftir at ES-londini skulu kunna gera skjótar íløgur, men eisini langtíðaríløgur komandi áratíggjuni. Fimm uppskot eru í ætlanini.
Fyrsti partur av ætlanini snýr seg um at loyva ES-londunum at brúka meira av pengum til verju.
Tí er ætlanin at slaka fíggjarreglurnar hjá ES, tá talan er um íløgur til verjuna. Í fíggjarreglunum stendur, at ES-londini í mesta lagi mugu hava eitt hall á trý prosent av BTÚ. Og í mesta lagið eina skuld á 60 prosent av BTÚ.
Við uppskotinum sleppa ES-londini at bóta mørkini, um talan er um íløgur til verjuna.
- Um limalondini í miðal økja teirra verjuútreiðslur við 1,5 prosentum av BTÚ, kann tað tryggja útvið 650 milliardir evrur til íløgur í verju yvir fýra ár, sambært von der Leyen.
Upphæddin svarar til yvir 4.800 milliardir kónur. Henda avgerð merkir, at fleiri ES-lond sjálv skulu út at læna pengar um tey skulu halda málini fyri verjuíløgum.
Annað punktið í ætlanini hjá von der Leyen er eitt nýtt fíggjaramboð. Hetta skal tryggja 150 milliardir evrur í láni til felags útvegan til verjuna. Upphæddin svarar til 1.100 milliardir krónur.
- Hetta snýr seg um at brúka peningin betur og at brúka teir í felag. Tað vil styrkja okkara samstarv, og eisini styrkja okkara hernaðarídnað, sigur ES-nevndarforkvinnan, sum ikki sigur nakað um, hvussu hesi lán verða tikin ella hvussu tey verða afturgoldin.
Pengarnir skulu fara til at styrkja felags evropeiskar førleikar, so sum loftverju, skotvápn, spreingiløddar rakettir og lóður, dronur og nettrygd ella -verju.
- Tað fer at hjálpa ES-londinum til at keypa saman. Og tað gevur møguleika fyri skjótt at kunna senda hernaðarligan stuðul til Ukraina, sigur von der Leyen.
Triðja punktið snýr seg um at brúka pengar frá ES-fíggjarlógini til verjuíløgur. ES-pengarnir verða vanliga brúktir til at minka um búskaparligar og sosialar ójavnar millum økini í ES.
Tey bæði seinastu uppskotini snúgva seg um at kunna brúka privatan pening til verjuíløgur.
Sambært von der Leyen skal eitt uppsparingar- og íløgufelag setast a stovn. Hartil skulu pengar fáast til vega frá evropeiska íløgubankanum.
- Evropa er til reiðar at átaka sær sína ábyrgd. Við ætlanini “Rearm Europe” kunnu vit fáa til vega 800 milliardir evrur til verjuíløgur, staðfestir ES-nevndarforkvinnan.
Stats- og stjórnarleiðararnir í ES-londini skulu viðgera uppskotið á toppfundinum í Brússel hósdagin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald